2022-12-24 09:44
Dunnan er dýrari, eplini eitt vet dýrari og sodavatnið er dýrkað nakað. Men kostnaðurin er óbroyttur í mun til í fjør.
Hagstovan hevur í sambandi við jólini kanna prísvøksturin á ymsu vørubólkunum, sum verða brúktir til døgurðan jólaaftan.
![]()
Prísurin á mati er hækkaður 10 prosent og á drykkjuvørum uttan alkohol 7 prosent. Til dømis er prísurin á flogfenaði hækkaður 24 prosent.
Kostnaðurin á rúsdrekka er óbroyttur, sigur Hagstovan.
![]()
Nýta mest streym frá 12 til 18
Jólaaftan veksur el-nýtslan hjá húsarhaldunum út á seinnapartin og er størst millum klokkan 17 og 18, sigur Hagstovan. Millum 18 og 20 verður komfýrurin og onnnur tól sløkt, og vit njóta góða matin og pakka gávur upp.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald