Uttanlands

Flogfelagið hjá Stordalen skal eita Sun Class Airlines

Nýggju eigararnir sleppa sær beinan vegin av við Thomas Cook-navnið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-10-31 10:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flogfelagið Thomas Cook Airlines Scandinavia skiftir nú navn til SunClass Arlines. Hetta hendir eftir at felagið skifti eigarar í gjár.

Tað var norski ríkmaðurin Petter Stordalen og tveir íløgugrunnar, sum í gjár keyptu ein part av virkseminum, ið liggur eftir húsagangin hjá stóra bretska ferðavinnufelagnum Thomas Cook.

Les eisini: Thomas Cook Northern Europe keypt av norskum hotelkongi 

Stordalen og grunnarnir yvirtaka skandinaviska partin av trotabúnum hjábretska Thomas Cook.

Umframt danska ferðaskrivstovuna Spies, er talan um Ving, Tjäraborg, Globetrotter og so flogfelagið Thomas Cook International.

Nýggju eigararnir sleppa beinanvegin navninum Thomas Cook við tað at flogfelagið nú skal eita SunClass Airlines, verður upplýst í tíðindaskrivi í dag.

Meðan búskapurin var vánaligur í bretska móðurfelagnum, var búskapurin sunnur í teimum skandinavisku feløgunum.

Petter Stordalen er maðurin, sum eigur hotellketuna Clarion, sum fyri nøkrum árum síðani yvirtók stóra Hilton-hotellið beint við floghavnina í Kastrup. Íløgugrunnarnir, sum eru farnir saman við Stordalen í hesi nýggju íløguni í ferðavinnuna eru svenski Altnor og bretski TDC Capital. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder