157 fólk úr fleiri enn 30 londum vóru umborð á flogfarinum, sum datt niður í Etiopia í dag.
Flogfarið datt niður í morgun, tá tað var ávegis til Nairobi í Kenya.
149 ferðafólk og 8 starvsfólk vórðu umborð, og tey lótu øll lív.
Sambært Ethiopian Airlines vóru fólk úr 33 londum umborð á flogfarinum.
Millum tey, sum lótu lív vóru 32 úr Kenya, 18 úr Kanada, 9 úr Etiopia, 8 úr Kina, 8 úr Italia, 8 úr USA, 7 úr Bretlandi, 7 úr Fraklandi, 6 úr Egyptalandi, 5 úr Hollandi, 4 úr India, 4 úr Slovakia, 3 úr Eysturríki, 3 úr Svøríki, 3 úr Russlandi, 2 úr Marokko, 2 úr Spania, 2 úr Póllandi og 2 úr Ísrael, váttar flogfelagið.
Eisini var ein ríkisborgari úr ávikavíst Belgia, Indonesia, Somalia, Noregi, Serbia, Togo, Mozambique, Rwanda, Sudan, Uganda og Yemen.
Sambært TV2, hevur Uttanríkismálaráðið enn eingi boð fingið um nakran danskan ríkisborgara millum tey deyðu.
Flogfarið, sum datt niður var av slagnum Boeing 737 MAX 8. Tað datt niður klokkan 8.44 lokala tíð, stutt eftir tað var farið í luftina.
Enn er ikki greitt, hvat orsøkin til hendingina er, men tað er bert fáar mánaðar síðani, flogfarið varð tikið í nýtslu.
Áðrenn flogfarið datt niður boðaði flogskiparin frá trupulleikum, og hann bað um loyvi til at venda við aftur.
Ethiopian Airlines er millum størstu flogfeløgini í Afrika, og felagið hevur 29 Boeing 737 flogfør.
Í oktober í fjør datt eitt flogfar av sama slagi niður, stutt eftir tað var farið í luftina í Indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta. Her var eisini talan um eitt flogfar, sum var næstan spildurnýtt.
Nógv flogfeløg í millum annað Evropa og USA brúka Boeing 737 MAX 8 flogfør, og Boeing hevur lovað at hjálpa flogfelagnum við at finna útav, hví flogfarið datt niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald