2020-05-04 11:10
Allan apríl mánaða hava bert trý flogfør lent um vikuna í Vágum - øll úr Keypmannahavn.
Koronastøðan hevur skert flúgvingina sera nógv, og tað sæst aftur í ferðafólkatølunum.
Kringvarpið skrivar, at í farna mánaði vóru 2.400 ferðafólk, sum ferðaðust yvir Vága Floghavn. Tað eru næstan 36.000 færri enn í apríl í fjør, tá talið var beint undir 38.000. Hetta er ein lækking á 94 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald