Flokkarnir velja landsstýrisfólk

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru samd um samgonguskjal og býti av málsøkjum. Í dag velja teir landsstýrisfólk. Og í morgin verður tíðindafundur og tingfundur

Gamla Apotek. Ljós er á niðastu hædd hjá Javnaðarflokkinum og beint omanfyri hjá Tjóðveldi. Framsókn er vinstrumegin á niðastu hædd, og har er myrkt. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

Gamla Apotek. Ljós er á niðastu hædd hjá Javnaðarflokkinum og beint omanfyri hjá Tjóðveldi. Framsókn er vinstrumegin á niðastu hædd, og har er myrkt. (Mynd: Jógvan Jákupsson)

2022-12-21 16:13 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Í eina viku hava teir tríggir flokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn verið saman í løgtinginum og roynt at skipa samgongu.

Sunnukvøldið vóru flokkarnir so at siga samdir um samgonguskjalið, og so fóru teir í gongd við málsøkjabýtið. Mánadagin og týsdagin sótu flokkarnir til umleið á midnátt, og klokkan hálvgum eitt mikunáttina segði Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, at semja nú var um býti av málsøkjum eisini liðugt.

Hann vildi tó einki siga um, hvussu málsøki eru býtt millum flokkarnar ella, hvussu nógv fólk skulu í landsstýrið. Tað verður kunngjørt á tíðindafundi, sum helst verður beint áðrenn tingfundin í morgin klokkan 10.

So skulu flokkarnir velja fólk í landsstýrissessirnar. Seinrapartin í dag er ljós á Gamla Apoteki, har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda til.

Hjá Framsókn er myrkt. Ruth Vang sigur, at tey longu hava valt sína landsstýrismanning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder