Mentan

Floytukonsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

Í kórinum "Útnyrðingur" eru 14 floytileikarar. Kórið skal í næstum til Íslands á konsertferð - konsertin sunnukvøldið klokkan 20 hevur somu skrá, sum konsertirnar har fara at hava

2023-02-08 19:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útnyrðingur er eitt floytukór, mannað av 14 floytuleikarum ið spæla á ymsar floytur - djúpar sum høgar.

Bólkurin er mannaður av næmingum úr musikkskúlaskipanini, umframt fyrrverandi næmingum, ið enn spæla.

Tey, ið spæla, koma úr Vágum, Streymoynni, Eysturoynni og Norðoyggjum. Súsanna Joensen stjórnar.

Bólkurin er á veg á konsertferð til Íslands, men vil við hesum bjóða okkum somu konsertskrá.

Skráin er fjøllbroytt og innheldur stykkir av fleiri føroyskum tónaskøldum umframt útlendskum. Konsertin er umleið trý korter.

Nes prestagjald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder