Innanlands

FMA av ongum

Stóra tónleikatiltakið sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum, er avlýst orsaka av corona-tilmælinum frá Heilsumálaráðnum. Arbeitt verður við einari sending uttan áskoðarar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 19:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanin var, at eini 400 fólk umframt starvsfólk í morgin skuldu savnast í Norðurlandahúsinum at heiðra føroyska tónleikin.

Men hetta verður av ongum. Tað segði Rólant Waag Dam, fyriskipari, í Degi & viku, fyri løtu síðani.

- Tað ræður um at nýta vit og skil og sunnan fornuft, og tað er tað, sum vit velja at gera í hesum førum.

- Vit eru kedd at taka hesa avgerðina. Men vit halda ikki, tað er ráðiligt av okkum at savna 400 fólk her í Norðurlandahúsinum, har tey sita tætt í út við tríggjar tímar í góðum lag, hálsfevnast osv.

Tað verður ov trupult hjá okkum at stýra, og tí halda vit, at tað er rættast at siga, at tiltakið verður av ongum.

Arbeiða við sending

Nógv tilfar er tó klárt og virðislønirnar eru klárar at handa, so fyriskipararnir arbeiða nú við einum øðrum formati, upplýsti Rólant Waag Dam.

- Vit royna at stápla eina sending upp á beinini. Eitt stórt arbeiði er gjørt upp til tiltakið, og vit hava eina rúgvu av virðislønum sum skulu handast, og tað ætla vit at gera, men vit arbeiða við formatinum í løtuni.

Altso FMA er avlýst, men møguliga verður ein sending uttan áskoðarar. Hetta er ikki greitt í løtuni.

Tey, sum hava keypt atgongumerki til FMA, kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og fáa peningin afturgoldnan.

Dagført kl. 19:58 við upplýsingum um afturrindan til tey, sum hava keypt atgongumerki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder