Enn einaferð kunnu føroyingar gleða seg til eitt heilt vikuskifti, har vit hátíðahalda tatoveringslistina. Hetta er 11. ferð at FO Tatt Fest verður hildin, og hesaferð verður hon hildin í Dansifrøi í Tórshavn 12. til 14. mai í samstarvi við OY.
Í fjør kundi FO Tatt Fest hátíðarhalda 10 ár á baki, og tað bleiv gjørt við einum braki av einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har ikki færri enn 23 listafólk úr øllum heiminum vitjaðu og tatoveraðu í Føroyum.
Hetta var eisini fyrstu ferð, at stigtakarin og stovnarin av FO Tatt Fest, Fjølnir Geir Bragason (Fjølnir Tattoo), ikki var við. Men hóast Fjølnir andaðist í desembur 2021, so er hann framvegis við okkum øllum ígjøgnum alt arbeiðið, og er ein stórur íblástur og partur av drívmegin í at halda fram við arbeiðinum.
Talan er um ein felags eldhuga og áhuga fyri at breiða út tatoveringslistina í Føroyum og vísa á eitt, fyrr fjalt, yrki, sum eigur at fáa størri rúmd og viðurkenning.
Seinni fara fyrireikararnir at kunngera hvørjir tatovørar vera við í FO Tatt Fest í ár.
- Eitt kunnu vit tó avdúka: Tað verður stórt og forkunnugt, tá nøkur av teimum bestu tatoveringslistafólkunum úr øllum heiminum vitja í Føroyum í mai!
Bárður DC hevur gjørt listaverkið til ársins plakat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald