
Mikudagin kemur meira koppingarevni til landið, tá fleiri enn 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech vera í flogfarinum úr Keypmannahavn.
Bókingarskipanin er nú latin upp aftur, og øll, sum eru 65 ár og eldri, eru vælkomin at bóka sær tíð til koppseting á corona.fo, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.
Fyrstu tøku tíðirnar eru longu mikudagin, og hildið verður fram við koppsetingini, inntil koppingarevnið er uppi.
Sjúkrahúsverkið staðfestir, at tað hevur gingið væl at koppseta á teimum trimum koppsetingarstøðunum, tó at nógv fólk savnast, meðan opið er, og verður tí heitt á fólk um ikki at møta ov tíðliga.
– Fólk tykjast glað og spent, og koma ofta í sera góðari tíð, fyri ikki at gerast ov sein. Tað hevur við sær, at tað onkra løtu eru fleiri fólk enn neyðugt á koppsetingarstaðnum. Koppsetingartoymið vil í hesum sambandi minna fólk á at møta stundisliga, tó helst ikki meira enn 10 minuttir áðrenn tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald