Innanlands

Fólk á Oyri og Oyrarbakka skulu halda seg innandura

Ein tekja er við at ríva seg leysa, og tað er ikki ráðiligt at fara upp á takið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-12-05 12:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk á Oyri og Oyrarbakka verða biðin um at halda seg innandura. Hesum boðar Sunda kommuna frá.

Ein tekja norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka er byrja at ríva í nógva vindinum, og sum veðrið er nú, verður ikki mett ráðiligt at gera nakað við tað.

Nøkur smá stykkir eru loysnaði fara gjøgnum bygdina, men loysnar tekjan ordiliga, fer hon gjøgnum alla bygdina, og tá er ov seint at biðja fólk fara inn, sigur Magnus Madsen, átaksleiðari í Sunda kommunu, við útvarpið.

Tí eru boðini greið: Fólk sum búgva norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka verða biðin um at halda seg innandura so leingi tamarhald ikki er á støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder