Kinesiski tíðindamaðurin og mannarættindastríðsmaðurin Chen Qiushi hevur seinastu mánaðirnir viðgjørt útbrotið av coronavirusinum í kinesiska býnum Wuhan, men hósdagin hvarv hann brádliga.
Hetta hendi sama dag sum læknin, Li Wenliang, sum í desember royndi at ávara um nýggja virusið, doyði av coronavirusinum.
Les eisini: Coronalæknin er deyður av virusinum
Hetta hevur fingið borgarar at ilskast inná kinesiska stýrið, sum tey illteinkja fyri at standa aftanfyri, við tí endamáli at forða honum í at greiða frá sjúkuni.
– Eg eri bangin. Framman fyri mær er sjúka. Aftan fyri mær er løgfrøðiliga og fyrisitingarliga valdið hjá Kina. Men so leingi sum eg livi, vil eg tosa um tað, sum eg havi sæð og hoyrt. Eg eri ikki bangin fyri at doyggja. Hví skuldi eg verið bangin fyri tær, Kommunistaflokkur? segði tíðindamaðurin í einum sjónbandi, sum hann legði á YouTube 29. januar.
Mamma Chen Qiushi sigur, at hann er tvungin í karantenu, og hevur hon lagt eitt sjónband á Twitter-síðu hansara, har hon biðjur um hjálp at finna sonin.
Sambært The Guardian hevur Chen Quiushi fleiri enn 200.000 fylgjarar á Twitter, og fleiri enn 400.000 á YouTube, og eru tey í øðini um, at hann er horvin.
– Chen Qiushi má ikki gerast enn ein Li Wenliang! Kina skal loyvi fólki at tosa, skrivar ein á kinesiska sosiala miðilin Weibo.
Chen Qiushi er fyrr vorðin handtikin fyri at deila sjónbond frá mótmælinum í Hong Kong á Twitter of YouTube, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald