Hann var tann allarfyrstu, ið legði merki til, at okkurt álvarsamt var í umferð í Wuhan og royndi at ávara starvsfelagar og mynduleikar. Hetta varð tó afturvíst, og løgreglan í býnum átalaði hann eisini fyri at royna at spreiða ótta. Nú er Li Wenliang deyður orsaka av virusinum, ið hann royndi at steðga og basa.
12. januar varð serfrøingurin innan virus innlagdur, tí hann var vorðin smittaður við Corona-virusinum. Tvær vikur frammanundan, áðrenn nakar visti um sjúkuna, hevði hann á einum læknabólki á kinesiska sosiala miðlinum WeChat gjørt vart við, at sjey sjúklingar á hansara sjúkrahúsi, sum høvdu verið á einum fiskamarknaði í býnum, øll høvdu somu sjúkueyðkenni, og at talan var um eitt virus sum líktist SARS, og sum kundi gerast álvarsamt.
Les eisini: New York Times: Kina reageraði ov seint
Li Wenliang fekk eina kaldliga móttøku, tá hann royndi at gera vart við støðuna. Seinni er hann vorðin sum ein hetja í Kina, og heimsheilsstovnurin WHO heiðraði hann á Twitter í gjár, tá tað gjørdist greitt, at hann hevði latið lív. Óvissa stakk seg tó upp, stutt eftir at kinesiskir mynduleikar bóru tíðindini. Hetta var tí, at sjúkrahúsið í Wuhan og aðrir mynduleikar tíðliga í gjárkvøldið boðaðu frá, at lív var fingið í Wenliang, eftir at hann fingið ein hjartasteðg, men at støðan framvegis var kritisk.
Læknin ið ávaraði um coronavirus fekk hjartasteðg og stríðist nú fyri lívinum
Ivamál hevur verið sátt um, júst hvat fór fram, men seint í gjárkvøldið váttaði sjúkrahúsið, at Li Wenliang var deyður 7. februar 02.58 lokala tíð (6. februar 18.58 okkara tíð) Hetta var eftir, at royndirnar at fáa veurligt lív í hann aftur miseydnaðist.
Í gjárkvøldið var støðan gjørd upp. 28,275 fólk eru smittaði við corona-virusinum: Meira 28,000 av hesum í Kina og talið í landinum vaks við 15 prosentum mikudagin. 565 eru deyð orsaka av sjúkuni - øll uttan tvey av teimum í Kina.
Keldur: CNN og tv2.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald