Innanlands

Fólk óttast fyri náttúruni við Stóravatn

Helmingurin av okkum óttast fyri náttúruni, um tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin verður nærhendis Stóravatn á Sandoynni - einans 5 prosent halda, at ferðslan skal oman í Sands bygd, um tunnilin kemur upp í Djúpadali

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-12-10 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meira enn helmingurin av fólkinum ber ótta fyri náttúruni, um almenna tunnilsfelagið ger álvara av sínum ætlanum um at staðseta tunnilsmunnan á komandi suðuroyartunnlinum í Djúpadali norðan fyri Skarvanes, nærhendis Stóravatni og Lítlavatni.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í farnu viku, settu vit henda spurningin: “Óttast tú fyri náttúruni kring Stóravatn og Lítlavatn (norðan fyri Skarvanes) um avgjørt verður, at tunnilsmunnin skal vera har?”

51 prosent søgdu ja, 21 prosent nei og 28 prosent svaraðu ‘veit ikki’.

Hyggja vit eftir politiska tilknýtinum, so kunnu vit staðfesta, at tað eru fólk, ið velja Tjóðveldi, ið óttast mest, tí av teimum svaraðu 59 prosent ja til spurningin. Eisini í Framsókn og Javnaðarflokkinum eru tað væl oman fyri helmingurin, sum óttast fyri náttúruni í hesum føri.

Minst ótti er í Fólkaflokkinum, har tey flestu svaraðu ja, men eisini 27 prosent – sum tað hægsta – sum svaraðu nei.

Landafrøðiliga eru tað borgarar í Tórshavnar kommunu og í Eysturoynni, sum óttast mest fyri náttúruni, meðan borgarar í Norðoyum og Sandoy/Suðuroy óttast minni – har vóru tað ávikaist 42 og 45 prosent, ið svarað ja upp á spurningin.

Fleiri kvinnur enn menn svaraðu ja – 54 mótvegis 49 prosentum.

Vilja ikki koyra gjøgnum Sands bygd

Men hvat nú um tunnilin kemur upp í Djúpadali – hvør skal vegaføringin millum tunnlarnar so vera?

Tað spurdu vit eisini um í veljarakanningini.

Og her er svarið rættiliga greitt. Fólkið vil ikki hava, at ferðslan skal ganga gjøgnum Sands bygd og víðari fram við Sandsvatni.

Spurningurin hevur vituliga ikki verið lættur at svara, tí tað eru heili 64 prosent av teimum spurdu, sum svaraðu ‘veit ikki’.

Hinir møguleikarnir fyri at svara vóru:

  • Gjøgnum Sandalíð, Sands bygd og síðani VESTAN fyri vatnið
  • Gjøgnum Sandalíð, Sands bygd og síðani EYSTAN fyri vatnið
  • Á hamrinum EYSTAN fyri Sands bygd

Einans fimm prosent - ávikavist 2 og 3 prosent - valdu teir báðar fyrru møguleikarnar, meðan 31 prosent – ein lítil triðingur – valdu triðja møguleinan. Altso tey vilja heldur koyra eftir einum vegi uppi á hæddunum eystan fyri bygdina fyri at koma til hin tunnilin, enn at koyra oman gjøgnum Sandslíð og fram við vatninum antin eystanfyri ella vestanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder