Uttanlands

Fólk úr Suðurkorea og Japan kunnu ikki longur fáa visum í Kina

Orsøkin er, at londini hava sett í gildi krav um koronukanning av ferðandi úr Kina

Pudong International Airport, Shanghai (Mynd: EPA)

Pudong International Airport, Shanghai (Mynd: EPA)

2023-01-10 18:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber ikki longur til hjá suðurkoreanarum og japanarum at fáa útflýggjað visum í Kina, hava kinesisku myndugleikarnir avgjørt.

Orsøkin er, at Suðurkorea og Japan eru millum tey londini, sum hevur sett í verk tiltøk móti ferðafólki í Kina orsakað av koronustøðuni í landinum.

Ferðafólk úr Kina skulu m.a. kannast fyri koronu, og flogferðslan úr Kina verður eisini avmarkað.

Tað fer aftur at bera til hjá suðurkoreanarum at fáa visum og sleppa inn í Kina, tá Suðurkorea hevur sett úr gildi tiltøkini og steðga við at gera mun á ferðafólki, framgongur á heimasíðuni hjá kinesisku sendistovuni í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul.

Í desember tóku myndugleikarnir í Kina avgerð um at seta úr gildi flestu koronutiltøkini, og síðani er smittan farin at gera nógv um seg í Kina, og hava fleiri lond m.a. sett í gildi krav um koronukanning av øllum ferðandi, sum koma beinleiðis úr Kina, og hava fleiri lond eisini mælt borgarum sínum frá at ferðast hartil. Hinvegin varð kravið um sóttarhald fyri ferðandi, sum koma til Kina, strikað sunnudagin.

Tað er ógreitt, um Kina fer at víðka visumforboðið til eisini at fevna um fólk úr øðrum londum, skrivar DR.

Les eisini: Mæla frá at ferðast til Kina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder