Uttanlands

Mæla frá at ferðast til Kina

Týskland, Belgia og Luksemborg mæla fólki frá at ferðast til Kina, meðan Kina strikar kravið um sóttarhald til ferðandi, sum koma til landið

Ferðafólk á floghavnini í Beijing (Mynd: EPA)

Ferðafólk á floghavnini í Beijing (Mynd: EPA)

2023-01-08 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri lond hava longu sett í verk nýggj tiltøk í kjalarvørrinum á støðuni í Kina. M.a. PCR-kanning av ferðafólki, sum koma beinleiðis úr Kina, og nú mæla myndugleikarnir í fleiri londum eisini borgarum sínum frá at ferðast til Kina.

Talan er um Týskland, Belgia og Luksemborg.

Orsøkin er stóri smittuvandin, nú korona ger nógv um seg í landinum, skrivar DR.

Les eisini: Mælir framvegis frá at kanna ferðandi úr Kina

Frá í dag er tað annars ikki longur krav at fara í sóttarhald hjá ferðandi, sum koma til Kina, og fyrireika fleiri asiatisk lond seg tí til at taka ímóti einum vaksandi ferðafólkatali úr Kina.

Lond sum Japan og India hava tó krav um koronukanning, meðan onnur lond, m.a. Kambodia, ikki seta nøkur krøv til ferðafólk úr Kina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder