Innanlands

Fólkaflokkurin vinnur - Tjóðveldi tapir

25 valstøð, svarandi til 5,6 prosent eru tald upp

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-31 21:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tendensurin frá veljarakanningunum undan valinum um at tað verður Fólkaflokkurin, ið vinnur, og Tjóðveldi, ið tapir, sær út til at halda.

Enn eru ikki serliga nógv av teimum størri valstøðunum komin inn, men samanteljingin av teimum 25 fyrstu valevnunum vísir, at Fólkaflokkurin gongur fram við 4,5 prosentstigum í mun til seinasta val, meðan Tjóðveldi gongur 3,6 prosentstig aftur.

Framsókn stendur í løtuni eisini til eina afturgongd, men hetta skal síggjast í stóru óvissuni av, at onki valstað í Suðurstreymi er komi inn enn, og at tað er í høvuðsstaðarøkinum, at Framsókn stendur sterkur.

Fyrstu uppteljingarnar vísa eisini, at tað helst ikki verður til umboðan hjá teimum nýggju flokkunum, báðir hava undir 1 prosent av atkvøðunum.

Tey fyrstu 25 valstøðini svara til 5,6 prosent av atkvøðunum tilsamans, og støðan er henda:

Fólkaflokkurin 29,3%
Javnaðarflokkurin 23,5%
Tjóðveldi 18,2%
Sambandsflokkurin 17,6%
Sjálvstýri 4,8%
Miðflokkurin 3,4%
Framsókn 1,7%
Føroyaflokkurin 0,8%
Framtakið 0,7%

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder