Innanlands

Fólkakirkjan avlýsir guðstænasturnar - ivasamt við jarðarferðum og fermingum

Restina av mars verður ikki møguleiki fyri at koma til guðstænastu kring landið. Um mánaðarskifti verður støðan endurskoðað

Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi - alt tað, ið liggur í okkara hondum, boðar Fólkakirkjan

Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi - alt tað, ið liggur í okkara hondum, boðar Fólkakirkjan

2020-03-12 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alsamt meira verður avlýst kring landið, og nú gongur coronavirusið eisini útyvir guðstænasturnar.

Jógvan Fríðriksson sigur við Kringvarpið, at hóast tilmæli er 100 fólk, so er avgerð tikin um at avlýsa allar guðstænastur kring landið í mars landið.

Hann vísur á, at í summum kirkjum savnast fleiri enn 100 fólk, men at tað í smærru kirkjunum, har tað kanska eru áleið 20-30 fólk, sita fólk tættari, og harvið er smittuvandin eisini har.

Bispur sigur, at óvist er hvussu verður við jarðarferðum og fermingum, og eisini við vígslum og dópum. Tosast skal við heilsumyndugleikar um støðuna - serliga støðan við jarðarferðum er sera viðkvom og skal handfarast so væl sum gjørligt, sigur Jógvan Fríðriksson.

Støða verður tikin um hetta í morgin, tá ein almenn kunngerð kemur út. 

Fólkakirkjan skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.

Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni. Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi, alt tað, ið liggur í okkara hondum.

Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum. Longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik.

Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars. Fyrst í viku 14 verður avgerðin endurskoðað.

Tórshavn 12. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder