Forlagið Vøkstur er eitt nýtt forlag, ið er sprottið úr Vakstrarliðnum, ein verkætlan innan Fólkakirkjuna við ymiskum evnum til íblástur, ið biskupur, Jógvan Fríðriksson, setti í gongd í 2019.
At reisa eitt forlag innan fólkakirkjuna var eitt av evnunum, og var so forlagið skipað á vári 2022 við navninum Vøkstur.
Endamálið er at geva út bøkur og annað tilfar, sum kann fremja lív og vøkstur í fólkakirkjuni. Ein javnvág skal vera millum uppbyggiligt, lærandi, kveikjandi og upplýsandi tilfar. Dentur verður lagdur á nýtt og viðkomandi tilfar.
Í viðtøkunum stendur, at biskupur velur eina trýmannanevnd at stýra forlagnum, og forlagið kann so seta ein forlagsleiðara at arbeiða saman við nevndini.
Í fyrstu nevndini eru Bergur Debes Joensen, Marjun Lómaklett og Jóannes Purkhús. Forlagsleiðari er Jógvan Ravnsfjall.
Fyrsta útgávan hjá forlagnum kom út nú í desember, og er tað bókin Kraft av nýggjum eftir Erling Ruud við týðing hjá Petur Jacob Sigvardsen, ið var útgivin í 1967, men nú givin út í nýggjari útgávu, broytt og dagførd.
Forlagið er í holt við eina aðra útgávu longu til føstuna, og ætlandi verða tvær útgávur givnar út aftrat henni í komandi ári.
Ætlanin er so í árunum framyvir at hava tvær til fýra útgávur árliga: upprunaligt føroyskt eins og týtt útlendskt tilfar.
Um samband er ynskjandi við forlagið, er at venda sær til formannin, Berg Debes Joensen, ella Jógvan Ravnsfjall.
Fólkakirkjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald