Innanlands

Fólkakirkjan mælir frá kirkjuligum tænastum komandi tíðina

Bert jarðarferðir, við heilt fáum fólkum, eru undantakið - Er tað svárt at nokta fólki kirkjuligar tænastur, eins svárt er tað, um kirkjan er orsøk til spjaðing av smittum, skrivar Fólkakirkjan

2020-03-24 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar guðstænastur komandi tíðina eru avlýstar, várfermingar eru útsettar til í heyst, og jarðarferðir fara fram við bert teimum allarnærmastu - tað er í tráð við tilmæli frá heilsumyndugleikunum um at í mesta lagi tíggju fólk kunnu savnast.

Fólkakirkjan ynskir at vera við til at avmarka møguleikarnar fyri smittuvanda so nógv sum gjørligt, og tí verður nú mælt heilt frá at hava altargongd, dóp og brúðarvígslur. 

Á heimasíðuni skrivar Fólkakirkjan, at tað er als ikki ynski at nokta fólkum tænastur, men at tað verður mett at vera tað rætta í núverandi støðu. 

Tað er bert, tá talan er um bráðneyðugar tænastur, at undantøk verða givin. Jarðarferðir fara næstu tíðina fram á sama hátt sum seinastu dagarnar.

Hetta er útmeldingin hjá Fólkakirkjuni: 

Støðan í landinum og um allan heimin er álvarsom vegna Covid-19. Fólkakirkjan fylgir neyvt boðunum frá landsins myndugleikum, ið eftir okkara fatan hava gjørt eitt megnar arbeiði. Talan er bæði um politiska myndugleikan og tað læknaliga fakliga.

Hjá fólkakirkjuni er hetta ein svár tíð. Tað kennist ikki væl at nokta fólki tænastur, ið tey biðja um og ynskja inni við hjartarøturnar. Tænastur, ið tey hava rætt til.

Tó, ásannað verður, at eisini prestar og kirkjunnar tænastufólk kunnu bera smittuna til onnur. Er tað svárt at nokta fólki kirkjuligar tænastur, eins svárt er tað, um kirkjan er orsøk til spjaðing av smittuni. Serliga hugsa vit um eldri, veik og smábørn.

Kirkjan ynskir at tæna fólkinum við kristnum anda, viti og skili. Tað merkir, at tænastustøðið lækkar enn meira.

Vit hava verið í góðum samskifti við læknaliga myndugleikan á økinum. Støðan við atliti at omanfyri nevndu tænastum er væl greinað.

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir frá, at sakramentini – dópur og altargangur – verða umsitin undir núverandi umstøðum.

Somuleiðis verður mælt frá, at vígslur fara fram í kirkjum, prestagørðum ella í tí heimliga undir núverandi umstøðum.

Undantøk verða eyðvitað givin, um talan er um bráðneyðugar tænastur. Orðið bráðneyðugt sipar til lívshóttandi sjúku, lívshóttandi umstøður ella sálarligt órógv.

Um umstøðurnar eru bráðneyðugar, er tað umráðandi, at kirkjuliga tænastan verður framd saman við Guðs orði og bøn. Gert hetta neyðugt, er einans tann/tey, ið skal/skulu hava tænastuna, til staðar saman við presti og vitnum.

Orsøkin til, at leiðslan í fólkakirkjuni avmarkar tænastu prestanna, er grundað í almennu boðunum frá landsins myndugleikum, at vit avmarka smittuvandan mest møguligt.

Tá ið vit koma burturúr undantaksstøðuni, skapar tað frið, at vit vóru fyrivarin heldur enn eftirsnarin, at vit royndu at tálma smittuni. Við bøn um at tað eydnast. Guð signi land og fólk.

Tórshavn 24. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder