Innanlands

Fólkapensjonistar sjúkradagpening og ískoyti fyri lønarmiss

Ein skipan verður nú gjørd til tess at hjálpa fólkapensjonistum, sum orsakað av covid-19 eru sendir heim, hava verið fyri inntøkumissi ella eru í sóttarhaldi.

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-03 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðandi fólkapensjonistar eru eisini raktir av covid-19.

Tí hevur landsstýrið gjørt av, at hesi – sum partur av hjálparpakka tvey – skulu hava sama rætt sum starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum, tá tey eru fyri inntøkumissi orsakað av korona.

Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa nú sjúkradagpening, um teir av heilsumyndugleikunum eru sendir í, ella eru mældir til at fara í, sóttarhald vegna covid-19. Talan verður um í mesta lagi 500 krónur um dagin, eftirsum hesi fólk frammanundan fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Fólkapensjonistar, sum framvegis arbeiða, og sum eru fyri lønarmissi orsakað av covid-19, fáa eisini lønarískoyti. Hetta ískoytið verður í mesta lagi 58 krónur um tíman, eftirsum hesi fólk longu fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Tey eldru, sum ikki vóru við í fyrsta hjálparpakkanum, fáa nú ta somu hjálpina, sum onnur starvsfólk, tá tey missa inntøku orsakað av korona, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Afturat hesum báðum broytingum, verður skipanin, har privatir arbeiðsgevarar fáa afturrindað lønarútreiðslur til starvsfólk, víðkað til at fevna um ein størri starvsfólkahóp.

Nevndu broytingar fáa virknað frá 12. mars, og fara úr gildi aftur 30. juni í ár.

Tíðindaskriv frá Almannamálaráðnum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder