
Tað búgva nú næstan 800 fólk í Eiðis kommunu. Hetta vísur á ein stóran vøkstur, í mun til fyri tíggju árum síðani - 127 íbúgvar - og talan hevur í stóran mun verið um ein støðugan vøkstur seinastu árini.
1. januar 2012 búðu 662 fólk í kommununi. Talið kom uppum 700 í 2017, og eftir at vøksturin var lítil í 2020, so løgdust 22 fólk afturat frá 1. januar í 2021 til 1. januar í ár.
Hetta vísa tølini hjá Eiðis kommunu, ið kunnu síggjast í stabbamyndini niðast.
Vøksturin á 2,9 prosent er millum teir størstu í landinum seinasta árið. Kommunan telur bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald