Innanlands

Fólkatalið í Klaksvík og í Klaksvíkar kommunu setur met

Fyri fyrstu ferð í søguni eru omanfyri 5.400 íbúgvar í kommununi - harav beint yvir 5.000 í Klaksvík. Vøksturin seinasta árið var 1,7 prosent; borgarstjórin fegnast um, at hann liggur omanfyri miðal vøksturin fyri landið og

Fólkavøksturin í Klaksvík seinasta árið er 70 (Mynd: klaksvik.fo)

Fólkavøksturin í Klaksvík seinasta árið er 70 (Mynd: klaksvik.fo)

2021-12-10 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag kunngjørdi Hagstovan nýggjasta fólkatalið í Føroyum á heimasíðu sínari. Tað er vaksið við 810 fólkum samanborið við somu tíð í fjør, og tað er í Streymoynni og í Eysturoynni, at fólkatalið vaks mest.

Les meira: Fólkatalið vaksið við 810 upp á eitt ár

Har var vøksturin ávíkvist 1,8 og 1,9 - miðalvøksturin fyri alt landið var 1,5 prosent - men í Klaksvíkar kommunu var hann eisini stórur - 1,7 prosent: 

- Hetta er hugalig tøl. Vit merkja ein stóran hug at búsetast í økinum og glaðast um, at vøksturin í Klaksvíkar kommunu liggur omanfyri miðal vøksturin fyri landið. Hetta, saman við persónsskatturin fyri november var 19.169 tkr, sum er 8,3% hægri enn fyri nov. 2020, ger, at vit síggja bjart uppá framtíðina fyri kommununa og býi

Tað er Karl Johansen, borgarstjóri, sum í viðmerking við klaksvik.fo fegnast um góðu gongdina í íbúgvaratalinum. 

Hon er so góð, at íbúgvartalið í Klaksvík setur met við 5.036 íbúgvum, og fyri fyrstu ferð í søguni eru omanfyri 5.400 íbúgvar í kommununi. Tað búgva 89 fleiri fólk í Klaksvíkar kommunu, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, skrivar kommunan á heimasíðu sínari, og tað búgva 70 fleiri í Klaksvík.

[object Object]
Grafur yvir fólkatalið í Klaksvík 

[object Object]

Lutfalsliga er vøksturin størstur á Norðoyri, tí har er fólkatalið voksið við 21%, sum svarar til 23 fólk. 

[object Object]

[object Object]Myndir: Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder