Innanlands

Fólkatalið nú komið upp á 52.428

Hetta svarar til ein vøkstur á 1,7 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2020-05-11 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni, sæst at flytingin millum Føroyar og útlond er minkað nakað seinastu tíðina. Serliga er tað fráflytingin, sum er minkað, og er gloppið millum tilflyting og fráflyting sostatt vaksið. Nettotilflytingin er økt nakað og góða gongdin í fólkatalinum heldur fram.

1. apríl var fólkatalið 52.428. Hetta er 856 fleiri enn 1. apríl í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7 prosent. Orsøkin er burðaravlopið á 272, og ein nettotilflyting á 584.

Støðugi vøksturin heldur fram

Síðan 2015 hevu Føroyar havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum. Eini 70 fólk leggjast afturat í miðal um mánaðin, og sambært Hagstovuni er eingin ábending um, at vit koma at síggja ena broyting í hesari gongdini.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder