Innanlands

Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021

1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-10 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

    Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4 prosent. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.

    Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í 2020. Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4 og 1,6 prosentum fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6 og 1,8 prosent. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin. 

    Burðaravlop og tilflyting
    Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 249 fólk og eini nettoflyting á 516 fólk. 

    Trendurin vísir, at bæði tilflytingin og fráflytingin minkaðu nakað í 2020. Av tí at tilflytingin minkaði nakað meiri enn fráflytingin, minkaði íkastið frá nettoflytingini úr 47 fólkum um mánaðin í 2019 til 40 um mánaðin í 2020.

    Víðari vísir trendurin, at gongd aftur kom á flytingarnar í 2021, og hóast tilflytingin ikki er á sama støði sum frammanundan, er íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinastu tíðina komið upp á umleið 44 fólk mánaðarliga.

    Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini, og telur um gott 30 mánaðarliga. Trendurin vísir, at gongdin í tal av deyðum minkaði nakað í 2020, men kom í 2021 aftur í somu legu sum árini frammanundan. 

    Talið av føddum børnum var javnt vaksandi í árunum fram til 2020, tá gongdin broyttist meira enn vanligt. Um árskiftið 2019/2020 minkaði talið av føddum úr 60 niður í 50 mánaðarliga, og fram móti heysti í 2020 øktist gongdin síðani aftur, heilt upp móti 65 børnum um mánaðin.

    Ein orsøk var, at heili 79 børn vórðu fødd í oktober í 2020. Høga føðitalið helt tó ikki fram, men minkaði aftur til sama støði sum árini frammanundan, og í 2021 løgdust aftur millum 55 og 60 børn afturat mánaðarliga. 

    Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum í 2021 var soleiðis gott 20 fólk mánaðarliga. 

    Vøkstur í Havn - minking í Kvívík
    Størstu kommunurnar vaksa mest í tali.  Av bygdunum í kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. 

    Í 10 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Kvívíkar kommunu, og av bygdunum í kommununi minkaði fólkatalið mest í Kvívík. 

    placeholder

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder