Innanlands

Fólkatalið veksur áhaldandi

1. februar búðu 52.199 fólk í Føroyum - í februar øktist fólkatalið við 89

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-10 10:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

52.199 fólk búðu í Føroyum 1. februar í ár, og tað var 835 fólk fleiri enn tað búðu í Føroyum 1. februar 2019. Hetta svarar til ein fólkavøkstur á 1,6 prosent hetta seinasta árið.

Tað upplýsir Hagstovan, sum hevur gjørt seinastu íbúgvahagtølini upp.

Hetta 12-mánaðaskeiðið var burðaravlopið 273, meðan nettotilflytingin var 562.

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú framhaldandi leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp móti 145 mánaðarliga.

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal oman fyri 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670-680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí knappliga 25 fólk mánaðarliga.

Vøkstur í øllum sýslum
Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum. Men stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 366 fólkum og í Eysturoy við 263. Síðan koma Vágar við 74 fólkum og Norðoyggjar við 67 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 39 fólkum, Suðuroy við 22 fólkum, og minsti vøksturin var í Sandoyar sýslu við 4 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Eysturoy við 2,3 prosentum, í Vágum við 2,2 og Tórshavnarøkinum við 1,9 prosentum. So er eitt lop niður til Norðoyggjar við 1,1 prosentum. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,8, Suðuroy við 0,5 og Sandoyar sýslu við 0,3 prosentum.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum.

Lutfalsliga størst vøkstur í Eysturoy
Í Eysturoy búgva knappliga 23 prosent av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 263 fólk svarar til knappliga 32 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva út við 38 prosent av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 366 fólk, svarandi til næstan 44 prosent av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkinum, men vøksturin her svarar bara til 8 prosent av øllum fólkavøkstrinum.

Í Vágum búgva knappliga 7 prosent av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9 prosent. Í Suðuroy búgva 9 prosent av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja prosent.

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,4 og Tórshavnar við 1,7 prosentum.

Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum, umframt í Runavík, so í Eiðis kommunu við 2,9, Sjóvar kommunu við 2,4 og Fuglafjarðar kommunu við 2,0 prosentum.  Nakað minni vøkstur var í Eystur kommunu við 1,4 og 1,1 prosentum í Nes kommunu.

Í Norðoyggjum er vøksturin í Klaksvíkar kommunu nakað niðan fyri miðaltalið fyri alt landið við 1,2 prosentum. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 5,4 prosentum og minking í Viðareiðis kommunu við 3,3 prosentum.

Í Vágum var vøksturin 3,4 prosent í Sørvágs kommunu og 1,6 prosent í Vága kommunu.

Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 3,5 prosentum, meðan vøkstur er í hinum kommununum.

Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í teim størru kommununum, Tvøroyri, Hvalba og Vági, og í minstu kommununi, Famjin, meðan tað minkar í Hovs og Porkeris kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum, meðan fólkatalið stendur í stað í tveimum og minkar í fýra.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Streymoy og Borðoy og tað minkar í Viðoy.

Av smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Lítil vøkstur er í Mykinesi, Skúvoy og Stóra Dímun halda tørn, meðan tað minkar í Hesti. Her er Skúvoy nú á 30 fólkum og Hestur farin niður um 20. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder