Í løtuni er eitt feraðlagið uppá 16 fólk, har tey flestu eru limir í danska Fólkatinginum, í Føroyum á vitjan. Endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.
Mánadagin var ferðalagið í Suðuroynni - fyrst á vitjan í Vàgs kommunu og síðani hjá Tvøroyrar Kommunu.
Les eisini: Tvøroyar Kommuna vitjan úr Fólkatinginum seinnapartin
Í gjár var Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, vertur. Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin hevði eina stutta framløgu um kommununa. Fólkatingslimirnir vildu millum annað vita meira um fólkavøksturin, sum Klaksvíkar Kommuna og Føroyar hava upplivað seinnu árini.
Fólkatingslimirnir vitjaðu eisini útibarnagarðin Fjallafípuna, sum liggur í vakra náttúruumhvørvinum Úti í Grøv, har starvsfólk og børn bjóðaðu vælkomin. Niels Juel Arge, leiðari, vísti donsku gestunum runt á stovninum.
- Tað eru serliga tvær orsøkir til, at eg haldi hetta vera ein spennandi stovn. Fyri tað fyrsta, so koma øll børn at kennast, áðrenn tey fara í skúla. Fyri tað næsta, so kann stovnurin gera brúk av náttúruni kring stovnin. Harumframt leggja tey fokus á tey sosialu sambondini, og í minni mun á bøkur og tøl. Tað dámar mær væl, tí tað skulu tey nokk læra seinni, sigur Bjørn Brandenborg, ið er hálvur føroyingur um stovnin
Donsku gestirnir vitjaðu eisini í Christianskirkjuni, á Kósini og í pumpihúsinum, har Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri greiddi frá um framkomnu sjóhitaskipanina, sum verður klár at taka í brúk í næstum.
Fleiri myndir frá vitjanini síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald