2020-06-15 08:51
Fyri løtu síðani fór fyrsta flogfarið hjá Atlantsflogi avstað eftir at tað nú er vorðið meira frítt at ferðast millum Føroyar og útheimin.
Frá í dag, er møguligt at ferðast til og úr Danmark, Grønlandi, Noregi og Týsklandi uttan krav um sóttarhald.
Við flogfarinum í morgun vóru føroysku fólkatingslimirnir Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, sum ikki hava kunnað verið til staðar á Christiansborg síðani koronatiltøkini vórðu sett í verk.
Myndin, ið er tikin á flogvøllinum í morgun, er av Facebook-vanganum hjá Sjúrði Skaale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald