Mentan

Fólkatónleikarin David Crosby farin

Var við til at stovna stlóðbrótandi bólkin The Byrds í 1964. Croz gjørdist 81 ára gamal

David Crosby og konan Jan Dance, avmyndað í 2014 (Mynd: EPA)

David Crosby og konan Jan Dance, avmyndað í 2014 (Mynd: EPA)

2023-01-20 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski tónleikarin, David Crosby, er deyður, 81 ára gamal.

Tað upplýsti kona hansara, Jan Dance, í gjár fyri amerikanska miðlinum Variety.

- Tað er við stórari sorg, at okkara elskaði David (Croz) Crosby er farin frá okkum eftir drúgva sjúkralegu, segði hon.

Hon greiðir eisini frá, at hon og sonurin Django Crosby sótu hjá honum tá hann fór.

- Hóast hann ikki longur er okkara millum, vil hansara hjartagóðska og vinarliga sál framhaldandi vegleiða og hugkveikja okkum. Arvurin livir víðari í hansara ótrúliga tónleiki, sigur Jan Dance.

David Crosby fekk eina langa karrieru sum tónleikari. Hon byrjaði við amerikanska fólkatónleikaorkestrinum The Byrds í 1964. Hann var eitt nú maðurin handan The Byrds sangin ‘Eigth Miles High’.

Ein av orsøkunum til at hann gavst í The Byrds skuldi vera, at hann á pallinum tosaði um og setti spurnartekn við drápið á John F. Kennedy, forseta.

Hetta hendi á Monterey Pop Festival í 1967, har hann talaði ímóti almennu frágreiðingini um hvat var hent.

Seinni spældi hann mest saman við tónleikavinum sínum Stephen Stills, Graham Nash og Neil Young.

David Cosby gav eisini út tónleik einsamallur, og í 1971 kom fyrsta av fleiri solo-útgávum.

Hann giftist Jan Dance í 1987.

Tey fingu sonin Django Crosby. Eftir tónleikaran sita eisini døturnar Erika og Donovan frá undanfarnum hjúnabondum. Hann átti eisini sonin James Raymond, ið varð latin burtur í 1962. Teir báðir blivu tó seinni sameindir aftur.

Í 2000 greiddi sangarinnan Melissa Etheridge frá, at Crosby eisini var biologiskur pápi at børnunum, sum táverandi unnusta hennara, Julie Cypher, fekk við eftirgjørdum gitnaði, skrivar Vairety. 

Herundir er ein upptøka við Crosby, Stills & Nash. David Crosby er maðurin við eyðkenda yvirskegginum til vinstru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder