Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, og nú eru vit næstan 52.000.
Seinastu mongu árini hevur fráflyting verið ein stórur trupulleiki í Suðuroynni. Men seinastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum vátta, at farna árið hevur vøkstur verið í fólkatalinum sunnast í Føroyum.
Tvøroyar Kommuna vísir á tølini, og tað er júst á Tvøroyri, at vøksturin hevur verið stórur – greitt størst í oynni.
Tað búgva 1748 borgarar í Tvøroyrar Kommunu. 26. august í 2018 búðu 1700 borgarar í kommununi. Talan er um ein vøkstur á 2,8%
Samanlagt búgva 4.638 fólk í Suðuroynni í dag. Framgongdin er 1,2 %. - 56 fólk.
Vøkstur er eisini í Hvalba, Famjin og í Vági. Í hinum trimum kommununum er fólkatalið minkað eitt lítið sindur.
Her er yvirlitið fyri tær sjey kommunurnar í Suðuroynni. Fyrra talið er fólkatalið 26. august 2018, tað seinna er 26. august 2019:
Fámjin 78/80, +2, uml. 2,5% vøkstur
Hov 100/96, -4, uml. 4% minking
Hvalba 666/678, + 12, uml. 1,8% vøkstur
Porkeri 322/318, -4, uml. 1,25% minking
Sumba 367/364, -3, uml. 0,8% minking
Tvøroyri 1700/1748, +48 uml. 2,8% vøkstur
Vágur 1349/1354, +5, uml. 0,3% vøkstur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald