Innanlands

Fólkið ikki sannført um at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni

Spyr.fo: Meira álit er á kunningini frá myndugleikunum í sambandi við corona-støðuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-13 17:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski borgarin er ikki heilt sannførdur um, at myndugleikarnir hava tamarhald á serligu støðuni, nú coronavirus hóttir bæði Føroyar og londini kring okkum.

Tá Spyr.fo í gjár gjørdi spurnarkanning millum 500 vaksnar føroyingar, ljóðaði ein av spurningunum: Hvussu stórt álit hevur tú á, at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni?

Fimm svarmøguleikar vóru frá 1-sera lítið álit til 5-sera stórt álit.

Úrslitið av kanningini vísir, at nógv flestu svarini, 29,8 prosent, vórðu sett við ’3’, sum er mitt ímillum.

Hartil er at siga, at tað eru fleiri føroyingar, sum hava ’lítið álit’ á myndugleikarnar, enn ’stórt álit’.

35,4 prosent av svarinum hava minni álit á myndugleikunum í hesum døgum, harar 14,8 siga seg hava sera lítið álit, meðan 20,6 prosent svaraðu ’2’.

Hinvegin eru 30,8 prosent, sum hava álit á myndugleikanum, har 18,6 prosent svaraðu ’4’ og 12,2 prosent svaraðu ’5’, sum er sera stórt álit.

4 prosent av teimum spurdu svaraðu ’veit ikki’.

[object Object]

Størri álit á kunningina
Myndin er eitt sindur meira greið – tann jaliga vegin – tá spurningurin verður settur um kunningina hjá myndugleikunum.

Spurningurin ljóðaði: ”Hvussu stórt álit hevur tú á kunningini frá myndugleikunum um Corona-smittuna?”.

Her vóru tað 20,2 prosent sum søgdu seg hava ’sera stórt álit’ á myndugleikarnir og góvu metingina ’5’, meðan tey flestu, 32,8 prosent, góvu metingina ’4’. Sostatt er tað meir enn helmingurin av teimum spurdu, sum hava álit á kunningini.

Í hinum endanum vóru tað 7,2 prosent, ið søgdu seg hava ’sera lítið álit’ á kunningini, meðan 11,6 svaraðu ’2’ og sostatt vóru bert 18,8 prosent, sum vístu eitt álit undir miðal. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder