32 ára gamli maðurin, sum týsdagin stjól ein sjúkrabil í Oslo og koyrdi á fleiri fólk, er varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Tað avgjørdi býarrætturin í Oslo í gjár, skrivar norska NTB tíðindastovan.
Les eisini: Vápnaður maður stjól sjúkrabil og rendi á fleiri fólk
Maðurin er skuldsettur fyri drápsroynd, fyri at bera vápn og fyri at hava rúsevni uppi á sær. Ein 25 ára gomul kvinna er í sama máli skuldsett fyri et bera vápn og brot á rúsevnalóggávuna.
Fleiri fólk – teirra millum einir tvíburðar í barnavogni – vórðu ákoyrd av stolna sjúkrabilinum.
32 ára gamli maðurin og 25 ára gamla kvinnan vórðu avhoyrd mikudagin, og maðurin varð skuldsettur fyri at hava stolið sjúkrabilin og fyri at hava roynt at koyra tilvildarlig fólk niður.
Verjin hjá honum sigur, at maðurin ikki hevði ætlanir um at skaða nakran. Einasta endamál var ikki at verða handtikin, sigur verjin við tíðindastovuna.
Mikudagin boðaði norska løgreglan frá á Twitter, at tey høvdu slept illgrunanum um, at tilburðurin hevði nakað við yvirgang at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald