
Ein ungur maður var í gjárkvøldið í grundlógarhoyri fongslaður í fýra vikur, meðan løgreglan kannar eina skuldseting móti manninum fyri at hava framt krynsligt brotsverk móti eini ungari kvinnu.
Løgreglan í Suðuroy fekk tíðliga sunnumorgunin fráboðan um, at eitt kynsligt brotsverk skuldi verið farið fram.
Jaspur Vang, sýslumaður á Tvøroyri, váttar, at tey í løtuni kanna hvat er farið fram. Meðan kanningarnar fara fram, er maðurin fongslaður, fyribils í fýra vikur.
Maðurin varð fluttur til Havnar í gjár, so at grundlógaravhoyring kundi haldast í gjárkvøldið. Hann er skuldsettur fyri kynsligt brotsverk.
Sýslumaðurin vil ikki upplýsa meira um málið, men váttar, at talan er um ung fólk, gentan er heilt ung.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald