Innanlands

Fongsul í hálvttriðja ár fyri barnaporno

Maðurin tók við dóminum – ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til kæru

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-19 13:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður í fimmtiárunum er í Føroya rættur dømdur hálvt triðja ára treytaleysa fongsulsrevsing eina røð av brotum á revsilógina, sum snúgva seg um barnapornografi á netinum og neyðtøku av børnum.

Les eisini: Hevði yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi

Maðurin varð handtikin í januar mánaði og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan tá.

Dómurin er nakað lægri enn tað, sum ákæruvaldið hevði skotið upp. Ákærdi maðurin tók við dóminum, men enn hevur ákærin ikki tikið støðu til, um dómurin skal kærast.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder