Innanlands

Fór á glið í hálkuni

Í nátt var hálkan orsøkin til eitt lítið ferðsluóhapp í Kollafirði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-29 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boðað hevur verið frá hálku ymsastaðni í morgun.

Landsverk boðar í skrivadi stund frá, at roknast kann við hálku á Dalavegnum til Viðareiðis, á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð, á Brekkuni Stóru í Sandoynni, og á Porkerishálsi. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

Sambært løgregluni var hálkan eisini orsøkin til eitt lítið ferðsluóhapp klokkan 1.30 í nátt.

Talan var um ein bil, sum fór á glið og bar við bilverjuna við landsfjósið í Kollafirði.

Eingin fólkaskaði var, men bilførarin tordi ikki at koyra víðari, so bilurin varð standandi. Hann verður fluttur í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder