Við framúr bólki, Henning Hjalt Nicodemoussen á trummum, Mikkjal Hvannastein á gittar, John Johansen á bass, Jens Marni Hansen á gittar og Magna Husgaard á klaver, var støðið lagt.
Hesum fingu teir báðir Niclas Heri Jákupsson og Shaky (Hans Jacob Nystrøm) hjálp frá.
Dynamit Perlur spældi frá midnátt og eini trý korter aftaná tað á pallinum á Vágsbøi. Allir teir kendu sangirnir hjá Dynamit vórðu spældir, Grøv nr. 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Á lat meg vera, Frensurin hjá Óla, Omman við Gjógv, Til allar kvinnur og aðrir.
Hóast stórur partur av fremstu áhoyrarunum vóru ung fólk, kendu tey sangirnar og sungu eisini væl við. At fáa fólk at syngja við er eitt, sum Dynamit hevur gjørt nógv brúk av til konsertirnar á Summarfestivalinum, og í ár var einki undantak.
Kórið hjá Dynamit var har, tó kanska eitt sindur meira forkølað enn onkuntíð áður.
- Vit kunnu ikki gera tað líka gott sum Rasmus, men vit kunnu gera tað eitt sindur gott við hjálp frá tykkum, rópti ein.
Líka gott var tað ikki nei, og tað tóktiskt eisini sera langdrigið. Tvey eyka nummur vóru sjálvsagt framførd eisini, og tey blivu heldur ikki liðug. Ov leingi og for keðiligt. Sum um vit hava hoyrt tað fyrr.
Eykanummurini vóru Omma mín við Gjógv og til síðst Grøv nr. 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald