Innanlands

Foreldur at børnum á dagstovnum skipa fyri mótmælistiltaki

Tá tingfundurin byrjar í morgin, byrjar eisini mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið. “Vit krevja raðfesting og virðing av námsfrøðiliga økinum” er heitið hjá fyriskiparunum, ið stuðla Pedagogfelagnum í krøvunum um betri umstøður á námsfrøðiliga økinum

Tey inni í Løgtingshúsinum hyggja út á mannamúgvuna undir mótmælistiltakinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tey inni í Løgtingshúsinum hyggja út á mannamúgvuna undir mótmælistiltakinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-17 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, fríggjadagin 18. juni klokkan 10 byrjar tingfundur. Løgtingið er kallað saman í úrtíð fyri at viðgerða eitt upsskot til Løgtingslóg, sum skal tryggja neyðug undantøk, tá tað er verkfall.

Uppskotið varð í gjár lagt fyri tingið, og tað elvdi til mótmælistiltak uttanfyri løgtingið, har ein rúgva av fólki møtti upp fyri at gera vart við sína ónøgd.

Les eisini: Uppskotið um at fáa pedagogar til arbeiðis aftur er lagt fram

Samstundis sum tingfundurin byrjar, vyrjar verður mótmælistiltak við ráðhúsið og Vaglið í Tórshavn.Mótmælistiltakið ber heitið “Vit krevja raðfesting og virðing av námsfrøðiligøkinum”. Tað eru foreldur at børnum á dagstovnum, ið skipa fyri. Um orsøkina til tiltakið siga tey:

- Vit foreldur og avvarðandi at børnum, ungum og vaksnum á dagstovnum, fríðtíðarskúlum, bú- og viðgerðastovnum og stuðlum kring alt landið, stuðla Pedagogfelagnum í krøvunum um betri umstøður á námsfrøðiliga økinum.

- Skal starvsfólkatrotið loysast, skal menniskjaliga haldførið innan námsfrøðiliga arbeiði tryggjast! Minsta normering má staðfestast í lóg, lønin skal vera virðilig sambært útbúgving og ábyrgd, og fyrireikingartíð skal tryggja fakliga innihaldið. Tað er slítandi ikki at hava ordiligar arbeiðsumstøður, og tað rakar í síðsta enda børn okkara og borgarar við serligum tørvi og avbjóðingum.

Røður og felagssangur verða millum annað á skránni. Fyriskiparnir skrivar í fráboðanini í dag, at man hevur verið í í samband við koronuráðráðgevingini og hevur fingið loyvið at skipa fyri tiltakinum.

- Vit deila økið upp í tvey, soleiðis at tey úr vesturbýnum ganga móti Vaglinum frá Steinatúni og tey, ið koma úr Eysturbýnum ganga frá kaini ella Vágsbotni.

Les eisini: Steingja Niels Finsens gøtu oo Vaglið í morgin orsakað av mótmælistiltaki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder