Eins og næmingar eru øðrvísi í dag samanborið við fyrr, eru foreldur øðrvísi í dag enn fyrr, heldur Torfinn Højgaard, sum í apríl fór frá sum lærari.
Tað skrivar Skúlablaðið, sum á heimasíðuni hevur eina styttri útgávu av samrøðuni vð Torfinn Højgaard, sum var í Skúlablaðnum nummar 3.
At nógv foreldur ganga høgt upp í skúlagongdina hjá børnum sínum, er gott, heldur hann, men hjá nógvum foreldrum fer tað út um markið, har tey vilja hava skúlan at blanda seg upp í ymiskt, sum skúlin ikki ræður yvir, nevniliga frítíðini hjá næmingum.
- Nógv foreldur í dag, og tað er í mestan mun mammur, vilja hava skúlan at taka sær av viðurskiftum, serliga tí sosiala, sum røkka út um skúlagátt, til dømis hvønn børnini spæla við, hvat tey eiga at gera og annað. Vit kunnu bara royna at ávirka tað, sum hendir í skúlanum.
Tað er hugvekjandi, heldur Torfinn Højgaard, at foreldur í nógv størri mun seta seg í samband við kvinnuligar lærarar enn mannligar.
- Kanska hava mammurnar, tí tað er tað, tað er, lættari við at ringja til ein kvinnuligan lærara heldur enn ein mannligan. Eg havi ongantíð víst foreldrum frá mær, sum ringja til mín, og eg havi heldur ongantíð sagt, at foreldur ikki skulu seta seg í samband við meg, men kanska havi eg óbeinleiðis víst, at eg ikki vil verða órógvaður í tíð og ótíð. Í øllum førum kann eg, eins og mínir mannligu starvsfelagar, bara staðfesta, at tað serliga eru kvinnuligu lærararnar, sum foreldur seta seg í samband við um børnini.
Samanborið við, tá ið Torfinn Højgaard fyrstu ferð steig inn í skúlan sum lærari, er skúlin í dag nógv meiri samansettur og fløktur, og undirvísingin er á ongan hátt tann sama sum fyrr.
- Undirvísingin í dag er nógv meiri næmingalagað enn fyrr, og tað er í høvuðsheitum gott. Tað tekur langa tíð at fyrireika næmingalagaða undirvísing, og tað tekur eisini tíð í skúlastovuni, at øll ikki skulu hava somu undirvísing. Óivað fáa tey, sum hava avbjóðingar, mest, og tað vil so siga, at summir næmingar fáa ov lítið. Eg vil tó ikki siga, at eg havi eina kenslu av ikki at røkka til. Tað er ringt at siga, um tað er strævnari at undirvísa í dag samanborið við fyrr, men uppgávan at fáa næmingarnar at hugsavna seg var lættari, tá ið eg byrjaði sum lærari. Eg má brúka nógv meiri orku at fáa næmingar at gera tað, teir skulu, og at hugsavna seg. Fyrr var undirvísingartímin 45 minuttir, í dag er vanligari at hava dupulttíma, og tað dámar mær nógv betur, tí mann fær meiri burturúr og fleiri næmingar við. Sjálvsagt er umráðandi at skifta ímillum undirvísingarhættir, tá ið tað er dupulttími, tí allir næmingar megna ikki at hugsavna seg so leingi.
Eisini fakliga støðið og disiplinin hjá næmingum er nógv broytt síðstu 40-45 árini, heldur Torfinn Højgaard.
- Nógvir næmingar eru sera væl fyri fakliga, men bólkurin av næmingum, sum ikki eru so fakliga væl fyri, er størri enn fyrr. Í skúlanum, har eg havi arbeitt, býta vit næmingarnar sundur í grundstig, miðstig og hástig. Næmingarnir í grundstigi og miðstigi eru nógvir í tali, og talið er vaksandi. Helst er tað nógv, sum órógvar teir, displinin at ganga í skúla er verri í øllum førum, og tað ávirkar alt avrikið. Tá eg byrjaði sum lærari, komu næmingar við avbjóðingum serliga úr familjum, ið ikki vóru væl fyri í samfelagnum. Nú er hetta munandi broytt, soleiðis at vit í dag hava næmingar við avbjóðingum úr øllum samfelagsbólkum.
Torfinn Højgaard hevur fyri tað mesta undirvíst í hádeildini í føroyskum og samfelagsfrøði. Hann hevur eisini serútbúgving sum skúlavegleiðari og hevur arbeitt nógvar tímar sum skúlavegleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald