Innanlands

Foreldur ið halda børnunum heima í Keypmannahavn fáa dagstovnagjaldið endurrindað

Hetta er fyri at tryggja, at nóg mikið av plássi er til at halda heilsufakligu leiðreglurnar, og so at tey ið veruliga hava tørv á tí kunnu koma við sínum børnum

2020-04-15 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Føroyum hava fleiri kommunur undir koronakreppuni innført, at dagstovnagjaldið verður strikað/endurrindað, um børnini ikki koma á dagstovn.

Nú dagstovnarnir í Danmark í hesari vikuni lata upp aftur, kann plásstrot væntast. Hetta er tí, at hóast tað verður latið upp aftur, skulu heilsufakligu leiðreglurnar um millum annað at halda frástøðu haldast.

Hetta er als ikki møguligt í einum vanligum umhvørvi á einum dagstovni. Í Føroyum verður í vikuni arbeitt við, hvussu farast skal fram frá mánadegnum av. Í Keypmannahavn og í øllum Danmark koma nógv børn nú á stovn.

Í størstu kommununi í landinum, Københavns Kommune, hava 124 dagstovnatilboð latið upp í morgum. Í morgin lata 113 afturat upp. Kommunan hevur heitt á foreldur um at boða leiðaranum á stovni sínum frá, um tørvur er á ansing komandi tíðina. Sambært fráboðanum higartil er eftirspurningurin nakað størri, enn pláss er fyri, um leiðreglurnar skulu haldast. 

Tískil hevur kommunan leigað ymisk høli - millum annað gamla býarfornminnissavni. Kommunan hevur eisini tikið avgerð um, at tey foreldur ið ikki koyra barn ella børn teirra á stovn komandi tíðina fáa dagstovnagjaldið fyri tíðina afturrindað. Hetta boðaði Københavns Kommune frá í tíðindaskrivi í gjár. 

Vónin er, at foreldur, ið kortini eru heima, halda fram við at hava síni børn heima. So skulu tey ikki gjalda, og so verður nóg mikið av plássi tøkt til tey, ið noyðast at koyra síni børn á stovn, nú tá Danmark letur upp aftur. Hetta gevur eisini pláss til fleiri starvsfólk.

Gladsaxe kommune, nakað norðanfyri Keypmannhavn, hevur sett skipanina í verk, og Københavns kommune hevur valt at eisini nýta hana.

Kelda: TV2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder