Innanlands

Forfólkini standa til at gerast toppskorarar á valinum

Nú valhølini hava latið aftur hava vit eina varðisliga meting av, hvørji fara at klára seg væl á løgtingsvalinum og nevna summi, sum kunnu vera í vanda fyri ikki at vera afturvald

Frá veljarafundi á Kambsdali fyrradagin (Mynd: Sverri Egholm)

Frá veljarafundi á Kambsdali fyrradagin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 20:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Spyr.fo mánadagin gjørdi eina veljarakanning fyri Portalin, vórðu veljararnir eisini spurdir um hvønn persón tey fóru at seta krossin fyri.

Tað er so mikið stór óvissa í slíkum kanningum, at tað ikki ráðiligt at gera eina roynd at manna tingið út frá tí, sum teir 800 veljararnir svaraðu í kanningini.

Men vit kunnu kortini koma við eini ábending, nú klokkan er farin um átta, og valstøðini kring landið eru latin aftur.

Sambært kanningini, ið varð gjørd mánadagin stóð Javnaðarflokkurin at gerast størstur flokkur við 9 valdum tingfólkum.

Út frá svarunum í kanningini tora vit at gita, at formaðurin, Aksel V. Johannesen, fær eitt gott val, og verður fyrst valdur fyri flokkin. Tað sær eisini út til at Ingilín D. Strøm og Eyðgunn Samuelsen fara at klára seg væl. Síðan tora vit ikki at siga stórt meira, men sambært hesi kanningini er í hvussu er ein av núverandi tingfólkunum, Henrik Old, sum kann fáa trupult við at verða afturvaldur. Av nýggju fólkunum á listanum, síggja Uni Holm Johannesen og Bjarni Arge út til at fáa eitt gott val.

Næststørsti flokkurin, sambært kanningini var Fólkaflokkurin við átta valdum tinglimum.

Eisini her er greitt, at formaðurin, Beinir Johannesen, aftur hesaferð verður toppskorari. Ein annar klaksvíkingur, sitandi fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, sær eisini út til at fara at klára seg væl fyrstu ferð hann stillar upp til løgtingsval.

Spenningur er um næstu plássini, og her eru onkur av teimum yngru fólkunum, sum blanda seg saman við teimum etableraðu politikarunum um tey næstu plássini. Tey ungu og nýggju, ið standa til at fara at klára seg væl eru Mona Breckmann Walcott, Bárður á Lakjuni og Fía Selma Nielsen, meðan Uni Rasmussen sær út til at vera tann av teimum etableraðu, sum kann fáa trupulleikar.

Tjóðveldi gjørdist triðstørstur í kanningini. Her sær út til at vera jøvn kapping um ovastu plássini, har Annika Olsen og Erling Eidesgaard kappast við Høgna Hoydal, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir um tey ovastu plássini.

Hjá Sambandsflokinum sær løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, út til at gerast toppskorari framman fyri Johan Dahl og Erhard Joensen. Tølini vísa, at her eru nøkur tingfólk, sum eru í vanda fyri ikki at verða afturvald – serliga Edva Jacobsen, Kaj Leo Holm Johannesen og Frimodt Rasmussen eru í vanda. Millum tey nýggju, sum banka uppá, eru sambært kanningini, Eyðdis Hartmann Niclasen og Sámal Hanni Lognberg.

Fyri teir smáu flokkarnar er óvissan upp aftur størri enn fyri teir størru. Tí tora vit ikki nevna eins nógv nøvn her.

Men eisini hjá Framsókn og Miðflokkinum sær út til at forfólkini gerast toppskorarar, ávikavist Ruth Vang og Jenis av Rana.

Tað er bara í Sjálvstýri, at formaðurin ikki stendur at klára seg best. Her er spenningurin tó mest um, hvørt flokkurin eydnast at koma upp um tinggáttina. Fær Sjálvstýri umboð á tingi, kundi eitt gott boð verið, unga valevnið, Heri Danielsen av Toftum, vísir kanningin.

Men hesar forsøgnir skulu takast við allar størsta varðsemi, tí óvissan í fleiri førum er størri enn talið av atkvøðum sum hvør einstakur stendur til at kunna fáa.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder