Mentan

Forkunnugar dansiupptøkur frumsýndar í Leirvík

Kend fólk, sum ikki eru á lívi meira eru við í forkunnugu upptøkunum frá 1977 av dansi og dansisp

2023-06-06 14:06 Author image
Innsent
placeholder

Mikukvøldið 7. juni verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í skúlanum í Leirvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Eysturoynni, ein drekkamunnur og eisini føroyskur dansur.

Í 1977 var Egil Bakka, norskur professari í fólkadansi, í Føroyum og gjørdi filmsupptøkur av føroyskum dansi og føroyskum dansispølum. Saman við Mortani Nolsøe, Eyðun Andreassen, Herluf Berthelsen, Paula Nielsen og Árna Hansen, ferðaðist hann kring landið og vitjaði í Havn, heima á Sandi, í Klaksvík, í Sumba, við Gøtugjógv, á Velbastað og í Nólsoy og gjørdi upptøkur.

Sláið Ring hevur fingið talgildað hesar upptøkur, og er í gongd við at gera átta sendingar burtur úr hesum, har tosað verður við ymisk fólk um upptøkurnar og dansin tá, og har vit sjálvandi sleppa at síggja upptøkurnar.

Fyrstu fimm sendingarnar vóru frumsýndar í lokaløkinum, har tær vóru tiknar upp, og tær eru seinni eisini vístar í Kringvarpinum.

Í sætta parti síggja vit filmsupptøkur við Eysturoyar dansifelagið frá Gøtugjøgv – talan er um sjey filmsbrot við dansispølum – og vit hoyra forkunnugar frágreiðingar frá Sofus Foldbo og Andreu Opielka.

Við á upptøkunum frá Gøtugjógv í 1977 eru m.a. Tórgerð og Josva Rasmussen, Anna Rasmussen og Sjúrður Dahl, Edda Joensen og Herluf Berthelsen, Sanna í Bartalsstovu og Johan Simonsen, Ragnhild Simonsen og Hans í Køkinum, Elspa Garðshorn og Johannus Jacobsen, Jonetta og Reynhold Rasmussen, Petra og Sjúrður Hentze, Eyðna Poulsen og Poul Georg Poulsen, Katrin og Sofus Foldbo, Sofía og Tórir Thomsen, Jóna á Horni og Kaj Høgnesen, Karin Joensen og Kjartan Ranghamar, Anna Katrin og Sámal Hansen, og Ólfríð og Tórbjørn Niclassen.

Aftan á frumsýningina av hesi sending, ið er á leið trý korter til longdar, verður ein steðgur við drekkamunni og aftaná verður høvi at fara upp á gólv.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, byrjar mikukvøldið klokkan 19. Sláið Ring og Eysturoyar dansifelag skipa fyri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder