Innanlands

Forkvinnan í Heilafelagnum lagt frá sær

Heilafelagið skipaði fyri aðalfundi 30. mai – Maud Wang Hansen, ið hevur verið forkvinna í gott fimm ár, tók ikki við afturvali

2020-06-01 09:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilafelagið skipaði fyrradagin fyri útsettum ársaðalfuni á Parnassinum á Hotel Føroyum.

Fyri at taka atlit til limirnar, ið eru í vandabólki, vóru tilmælini um tveir metra frástøðu hildin og fundurin varð tí hildin í leigaðum hølum á Hotel Hafnia.

Veðrið var av tí allar besta og Hvítusunnan stóð fyri framman, tó møttu limirnir upp til aðalfundin, har eitt nú viðtøkubroytingar vórðu samtyktar. Heilafelagið hevur fingið nýggja undirheitið, felagið fyri fólk við seinheilaskaða, og metir nevndin at hetta er eitt savnandi heiti fyri limirnar í felagnum.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum seinastu knapt fimm árini stóð fyri vali og tók ikki við afturvali. Hon takkaði fyri seg og fyri góða samstarvið í nevndini hesi árini. Uppgávurnar eru nógvar, og hóast tað tekur drúgva tíð á koma á mál við tíðandi broytingum, so eru nøkur mál nádd. M.a. fegnast fráfarna forkvinnan um, at vælferðarlógin nú er samtykt í løgtinginum.

Fyri vali stóðu eisini kassameistarin Estur Lognberg, nevndarlimur og stovnari av Heilafelagnum Jógvan Telling og tiltakslimur Sunneva Davidsen. Hesi vóru øll afturvald og Sunneva varð vald í nevndina. Hansina Berg varð vald nýggj í nevndina og Randi Johannesen varð vald tiltakslimur.

Í nevndini eru nú:

Maria Samson Christensen, Emil Michelsen, Hjalti Skaalum, Jógvan Telling, Sunneva Davidsen, Hansina Berg og tiltakslimir eru Tove Johansen og Randi Johannesen.

Á regluligum nevndarfundi mikudagin 3. juni skipar nevndin seg av nýggjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder