Innanlands

Forkvinnan: Stuðulin er sera kærkomin fyri okkara felag

Autismufelagið bíðar eina viku við at kunngera hvussu nógvir pengar eru komnir inn í átakinum hjá Elmari Ósá

Heidi Aagaard er forkvinna í Autismufelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heidi Aagaard er forkvinna í Autismufelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-14 08:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eitt slíkt bragd, sum Elmar Ósá hevur gjørt okkara vegna hevur ómetaliga stóran týdning fyri Autismufelagið. Tørvurin á at hjálpa og stuðla teimum, ið eru rakt av autismu er ovurstórur, og pengar eru altíð kærkomnir, serliga hjá einum vikum felag sum okkara, ið ikki fær nakran stuðu frá tí almenna.

Soleiðis sigur forkvinnan í Autismufelagnum, Heidi Aagaard.

Hon, og restin av felagnum, eru rørd yvir átakið, sum barnalæknin Elmar Ósá setti í gongd við at gjøgnumføra ein tvífaldan jarnmann. Tey eru rørd yvir stóra uppmerksemi, sum átakið hevur givið teirra søk, men eisini yvir pengarnar, sum eru komnir inn.

- Eg kann siga, at tað eru komnir nógvir pengar inn. Hvussu nógv ynskja vit ikki at siga nú, men bíða til innsavningin er liðug um eina viku, segði Heidi Aagaard við Portalin á Tórsvølli í gjárkvøldið.

Og pengarnir eru kærkomnir, og ætlanin er at teir fyrst av øllum skulu brúkast til at lætta um hjá teimum familjum, ið eru raktar av autismu.

- Vit eru nógv, sum eru rakt. Alt í alt kunnu vit siga, at vit umboða einar 5.000 føroyingar og tað er ein stórur prosentpartur.

- Vit hava ikki endaliga gjørt av hvussu pengarnir skulu brúka, men tað eru nógvir mátar at lætta um og gera tað eitt sindur lættari at vera raktur av autismu. Eitt nú kundu vit ynskt okkum, at felagið hevði møguleika fyri at veita familjum og persónum við autismu eina betri ráðgeving og hjálp við at klára seg í gerandisdegnum.

Autismufelagið kann stuðlast við at flyta eina peningaupphædd á konto 6460-1586787 í BankNordik

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder