Innanlands

Formaðurin støðgaði spurnarumfari

Spurningur frá Ingilín Strøm fekk øði í landsstýrismannin við fíggjarmálum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-26 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Av tí, at tað ikki er hetta, sum henda skipanin er ætlað til, so steðgi eg spurninginum her, og gevi næsta flokki orði til nýggjan spurning.

Stemningurin gjørdist eitt sindur elektriskur tá annar spurningur varð settur undir ófráboðaðu spurningunum til landsstýrið í dag.

Tað var Ingilín D. Strøm, sum vegna Javnaðarflokkin fekk høvi at seta landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein spurning.

Men spurningurin snúði seg ikki um málsøkið hjá fíggjarmálaráðnum, men um hvussu valstríðið hjá Fólkaflokkinum í fjør varð fíggjað.

Ingilín Strøm vildi hava at vita um Fólkaflokkurin ella valevni hjá Fólkaflokkinum hava fingið stuðul frá privatum ella feløgum at fíggja valstríðið við. Hetta tí at hevur verið sagt, at aktørar í fiskivinnuni skulu hava fingið tillutaðar kvotur aftur fyri at hava fíggjað valstríðið hjá Fólkaflokkinum.

Spurningurin fekk øði í landsstýrismannin við fíggjarmáum.

- Eg helt, at hetta var eitt spurnarumfar til landsstýrisfólk og ikki til floksformenn, segði Jørgen Niclasen, og brúkti síðan talutíð sína at vísa skuldsetingunum aftur, og fara í ógvusligt mótálop á Javnaðarflokkin og Tjóðveldi (sum hevur ført fram skuldsetingarnar um samband millum kvotutillutan og møguligar pengagávur til Fólkaflokkin, -red.).

- Roknskapurin hjá Fólkaflokkinum er almennur, og har er eingin stuðul til valstríð frá privatum. Eg kann venda spurninginum og spyrja hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin kann selja Sosialin og geva blaðnum miðlastuðul afturfyri. Og hvussu tað ber til, at listafólk, sum hevur latið Tjóðveldi listaverk at selja og fær starvsløn afturfyri.

- Tað er órímiligt og ein vandi fyri rættarskipanina, at ákæra okkum uttan prógv, og krevja av okkum at prógva at vit eru ósek. Tað má vera tit, sum eiga próvbyrðuna og ikki vit, segði Jørgen Niclasen.

Vanligt er, at tingfólk fáa høvi at viðmerkja málið áðrenn orðið aftur verður givið spyrjara og svarara.

Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður valdi at bróta viðgerðini av her.

Hetta elvdi til óskipaðan orðadrátt í salinum, og áðrenn løgtingsformaðurin gav orðið víðari til næsta spyrjara segði hann, at hann kundi geva Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldis, rætt í sínum mótmælum.

- Eg skuldi havt støðga hesum orðaskifti beinanvegin, tað hevur Høgni Hoydal rætt í, segði Jógvan á Lakjuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder