Innanlands

Formansskifti í Maskinmeistarafelagnum

Ólavur Gunnarsson leggur frá sær 1. september, og tá tekur Tummas Eli Høj Joensen við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum

Ólavur Gunnarsson fer frá sum formaður í maskinmeistarafelagnum 1. september (Savnsmynd)

Ólavur Gunnarsson fer frá sum formaður í maskinmeistarafelagnum 1. september (Savnsmynd)

2022-08-15 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. juli boðaði Maskinmeistarafelagið frá, at Ólavur Gunnarsson, sum hevur verið formaður síðan mars 2018, leggur frá sær 1. september, og nú er greitt, hvør fer at yvirtaka formansskapin.

Í sambandi við, at Ólavur Gunnarsson leggur frá sær sum formaður í hevur nevndin í felagnum umskipað seg, boðar Maskinmeistarafelagið frá í tíðindaskrivi í dag.

Regin Olsen er farin frá sum næstformaður, og Tummas Eli Høj Joensen er nú nýggjur næstformaður.

1. september tekur Tummas Eli Høj Joensen so við starvinum sum formaður í Maskinmeistarafelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder