Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Hava ikki noktað at samráðast við Súluna

Felagið sigur eisini, at fráboðanin frá FPU til fjølmiðlarnar í gjár, ikki varð send til Arbeiðsgevarafelagið, og at hon einki hevur at gera við floternurnar hjá Atlantic við basu í Vágum

Stríð hevur tikið seg upp sáttmálasamráðingar hjá flogternum í Atlantic Airways, ið eru partur av FPU (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Stríð hevur tikið seg upp sáttmálasamráðingar hjá flogternum í Atlantic Airways, ið eru partur av FPU (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-08-21 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði FPU, Flyvebranchens Personale Union, vegna flogternurnar hjá Atlantic Airways frá, at um ein rættvís samráðing á jøvnum føti ikki kemur í lag, so fara flogternurnar í fakfelagnum í verfall.  

Les meira: FPU ávarar um verkfall ímíti Atlantic Airways

Atlantic Airways hevur verið fyri nógvum atfinningum orsakað av, at leiðslan í flogfelaganum hevur sagt bæði forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum fyri flogternurnar, Súlan, upp. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivar, at fakfelagið Súlan vendi sær í vár til Føroya Arbeiðsgevarafelag við áheitan um samráðingar um nýggjan sáttmála til at avloysa sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í fjør varð longdur at galda til 1. november 2019. Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag gav tað játtandi svar at koma til samráðingarborðið, og ætlanin var at byrja samráðingar aftaná summarfrítíðina.

Man sambært Arbeiðsgevarafelagnum hevur fakfelagið Súlan ikki hevur nakra nevnd og noktar at manna nevndina av nýggjum. Súlan er tí ikki virkisfør, og harvið er ongin partur at samráðast við. Føroya Arbeiðsgevarafelag ger greitt, at tað er til reiðar á samráðast, tá hetta broytist, og at tað harvið er skeivt, sum næstformaðurin í danska fakfelagnum FPU segði í tíðindunum í KVF fríggjakvøldið sigur. Hann bar fram, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vil samráðast um nýggjan sáttmála við Súluna. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag legði eisini í tíðindaskrivinum hósdagin dent á, at har spurningurin um samráðingar verður viðgjørdur við Súluna á neyvt sama hátt sum samráðingarnar við Flogskiparafelag Føroya, ið eins og Súlan er limur í FPU.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi eisini í gjár greitt, at tað vakti unran, at FPU í gjár kom við fráboðan um verkfall, um støðan ikki broytst.

Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at fráboðanin er stílað til Atlantic Airways, og fevnir einans um basuna hjá felagnum í Keypmannahavn. Hon hevur sostatt einki við allar tær flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava basu í Vágum, at gera. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at samráðingar eru í høvuðsheitinum avtalaðar við Súluna, og kann sostatt staðfesta, at felagið ikki er fevnt av fráboðanini frá FPU, sum annars kundi verið skilt út frá umtaluni av skrivinum frá FPU í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder