Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava í dag gjørt nýggjan sáttmála

Limirnir í yrkisfelagum hjá teimum, ið starvast í tryggingar-, fíggjar- , KT o.l fyritøkum, fáa í ár eina lønarhækkan á beint undir eitt og eitt hálvt prosent

2021-04-27 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint yvir tveimum mánaðum síðani handaðu partarnir hvørjum øðrum krøvini, og í dag varð semja undirskrivað millum  Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.

Limirnir í yrkisfelagum hjá teimum, ið starvast í tryggingar-,fíggjar-,KT o.l fyritøkum, fáa í ár eina lønarhækkan á beint undir eitt og eitt hálvt prosent.

Tann 1. mai 2022 hækkar lønin fyrst við 0,49 prosent roknað av lønini í mars 2021, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25 prosent.

Afturat hesum eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum. Sáttmálin er galdandi fyri tvey ár.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder