
- Virksemið hjá samtakinum royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum góðum tryggingarúrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. Bæði privatkundar og vinnukundar megna at halda sínar lánsskyldur, og vit hava bert staðfest fá fíggjarlig tap higartil í ár. Lækkandi rentustøðið gagnar kundum, ið hava lán í bankanum, og samstundis ber til at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu. Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð, men tað skerst ikki burtur, at økta geopolitiska óvissan og vandin fyri herdum handilskríggi kunnu fáa ávirkan á okkara kundar og okkum sum fíggjarstovn.
Hetta sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, um úrslitið.
Leiðslan í bankanum væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 milliónir krónur, ið er nakað lægri enn í 2024.
Spara saman við góðari rentu
Hóast rentan er lækkað í fleiri umførum seinasta árið, so hvørt sum inflatiónin er minkað, ber framvegis til hjá kundunum at fáa eina lutfalsliga góða rentu fyri pengar, ið standa á samansparingarkontu ella hárentukontu í Føroya Banka. Hetta sæst aftur í innlánunum, ið eru hækkað við 3 prosentum samanborið við 4. ársfjórðing í 2024 og við 15 prosentum samanborið við 1. ársfjórðing í 2024.
Tað er eisini vorðið munandi lættari at byrja at spara saman, síðani bankin í desember lat upp fyri møguleikanum hjá kundum at stovna egnar samansparingarkontur í netbankanum. Kundarnir hava tikið væl ímóti hesum møguleika, tí nógvar hundrað kontur eru longu stovnaðar á henda hátt. Tað ber til at velja millum ymisk sløg av samansparingarkontum til ymisk endamál.
Fyrsti kjattbottur av sínum slagi í Føroyum verður nógv nýttur
Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna sínar talgildu pallar fyri at gera tað lættari hjá kundum at fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Í hesum sambandi fingu kundar í bankanum í apríl ein kjattbott í netbankan og á heimasíðuna, ið bæði skilir og skrivar føroyskt.
Talan er um fyrsta kjattbottin av sínum slagi, sum er mentur av starvsfólkum í bankanum og við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum og Íslandi. Endamálið við hesum amboði er at gera tað lættari hjá kundum at fáa skjót svar og vitan um alskyns fíggjarviðurskifti – eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð. Tølini hjá bankanum vísa, at nýggi kjattbotturin verður nógv brúktur av kundum hvønn dag.
Sí eisini: Føroya Banki fær ein kjattbott
Roknskapurin í stuttum
Úrslitið fyri skatt gjørdist 75 mió. kr.
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 56 mió. kr.
Útlánini vóru 9,3 mia. kr.
Realkredittlánini vóru 2,9 mia. kr.
Innlánini vóru 10,3 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald