Innanlands

Føroya Banki fær ein kjattbott

Hetta er tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. "Vita" verður tøkur alt samdøgrið - talan er ikki um vitleiki

2025-04-08 17:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vita er nýggi kjattbotturin hjá Føroya Banka. Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna talgildu pallarnar, soleiðis at kundar og onnur lætt og einfalt kunnu fáa yvirlit yvir síni fíggjarviðurskifti. Tí hevur bankin ment Vitu, sum er tøk í netbankanum og á heimasíðuni bankin.fo.

Vita er ikki eins og aðrir kjattbottar. Hon er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, tí hon bæði skrivar og skilir føroyskt. Henda tøknin var ikki tøk í Føroyum til føroyskt mál, men dugnalig starvsfólk í Føroya Banka hava við góðari hjálp frá máltøknideplum í Føroyum og íslandi ment Vitu. Bankin hevur ment Vitu fyri at gera tað lættari at fáa svar uppá allar spurningar um fíggjarviðurskifti – eisini uttanfyri vanligar upplatingartíðir.

Vita er altíð til arbeiðis
Vita er til arbeiðis alt samdøgrið og dugir at svara øllum spurningum, sum hava við bankavirksemi at gera. Tað merkir, at ein kann spyrja hana um hjálp, júst sum ivamálið tekur seg upp, heldur enn at bíða til morgunin eftir, tá kundatænastan letur upp. Tað ber til dømis til at spyrja hana um galdandi rentur, ella hvørji gjaldskort eru at velja í, so svarar hon, so væl, sum hon kann ella vísir til rætta stað á heimasíðuni hjá bankanum. Vita dugir eisini væl at vegleiða, um ein skal gera eina flyting, finna sína pin-kotu ella líknandi, men ikki finnur rætta stað í netbankanum. Svarini hjá Vitu eru góðskutryggjað, men við tíðini verður hon ment til at svara betur og betur.

Bankin heldur tað vera umráðandi fyri føroyska samfelagið og føroyska málið, at fyritøkur, sum hava førleikar og møguleikar, menna loysnir fyri at flyta Føroyar framá.

“Vit leggja nógva orku í at menna talgildu pallarnar og vera ein virkin viðleikari í talgildu menningini í Føroyum. Teir seinastu nógvu mánaðirnar hava vit tí eisini raðfest Vitu, og vit eru fegin um, at loysnin nú eisini kann koma okkara kundum til góðar. Tøknin kann harumframt brúkast bæði í máltøkniligari gransking og føroysku vinnuni. Kjattbotturin er ein liður í einum størri arbeiði við talgilding, ið skal gera tað lættari at vera kundi – onnur dømi eru at stovna samansparingar, virkja kort o.a. beinleiðis í netbankanum, sum er ókeypis fyri allar kundar,” sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri í Føroya Banka.

Gott samstarv hevur borið Vitu á mál
Grundtøknin er frá Miðeind, máltøknidepli í Íslandi, og síðani eru dátur frá Føroyska Bendingargrunninum, sum Setrið eigur, brúktar fyri at leggja føroyska málið og bendingar í Vitu í samstarvi við ein PhD lesandi. Hetta eru amboð, sum øll nú kunnu taka niður og brúka sum tilfeingi á heimasíðuni hjá máltøknideplinum. Til dømis til kjattbottar ella onnur endamál, har tørvur er á at læra skipanir at broyta føroysk orð til tekin og at flokka tey.

Vita er byrjað til arbeiðis, og til ber at kjatta við hana í netbankanum ella á bankin.fo. Hon veit eina rúgvu, men havast skal í huga, at hon er spildurnýggj, og hon lærir og mennist hvønn dag.

Føroya Banki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder