Innanlands

Føroya Eftirskúli roynir aftur - søkir eisini eftir skúlastjóra

Ov fáar tilmeldingar vóru til hetta skúlaárið - nú tekur eftirskúlin á Tvøroyri aftur ímóti umsóknum til skúlagongd og til stjórastarvið har

2019-09-19 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki hjá Føroyar Eftirskúla at fáa nóg mikið av næmingum til at byrja sítt virksemi av álvara í august.

Les eisini: Ikki nóg mikið av umsøkjarum til Føroya Eftirskúla

Tað varð tó arbeitt víðari við ætlanini, og nú er klárt at søkja aftur á heimasíðuni hjá skúlanum.

Pláss er fyri 16 næmingum at byrja 1. august 2020.

Føroya Eftirskúli lýsir nú eisini eftir stjóra. Frestin at søkja er 21. oktober, og starvsbyrjan er 1. desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder