Mentan

Føroya fyrsti barnafilmsfestivalur

Endamálið við festivalinum, sum Filmshúsið hevur tikið stig til, er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, og eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi

Á skránni verður m.a. Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin

Á skránni verður m.a. Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin "Wolfwalkers", á føroyskum "Úlvafólk"

2024-12-08 11:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmar á føroyskum og gott undirhald. Hetta lovar Filmshúsið, nú tjaldið um ein góðan mánað verður drigið frá fyri Føroya fyrsta barnafilmsfestivali.

Tað er Filmshúsið, sum tekur stig til festivalin. Endamálið er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, men ætlanin er eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi yvirhøvur.

– Filmarnir eru fyri børn í øllum aldursbólkum. Tað verða bæði almennar sýningar og skúlasýningar. Almennu sýningarnar verða 18. og 19. januar í Havn, Runavík og Klaksvík, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.

Eitt, sum tó er eitt sindur forkunnigt við barnafilmsfestivalinum, er, at summir filmar verða ljóðsettir, samstundis sum filmurin spælir.

– Filmsfólk kalla tað ‘livedubbing’. Leikararnir sita fremst í salinum við nótastativi, mikrofon og pannulykt. Hetta er ein lyrisk frásøgn við eini natúrligari tulking av filminum – eitt sindur sum upplestur úr eini bók – styðjað uppundir við livandi myndum sjálvandi. Tað er ein øðrvísi máti at síggja film, har ið børnini verða meira tilvitað um, hvat ein filmur í veruleikan er, sigur Marjun.

– Vit royndarkoyrdu hetta fyri skúlabørnum í fjør, og tað eydnaðist heilt ótrúliga væl, leggur hon afturat.

Ein slík filmsuppliving verður Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin Wolfwalkers, sum fjøllistamaðurin Trygvi Danielsen hevur týtt til føroyskt. Føroyska heitið er Úlvafólk, og tað er Durita Dahl Andreassen, sum er leikstjóri. Umframt hesi hava eitt nú Dania O. Tausen og Jákup Veyhe bæði týtt og talað inn føroyskan tekst, umframt at onkur føroyskframleiddur filmur verður á skránni.

– Tað hevur stóran týdning at raðfesta føroyska filmsframleiðslu. Ein liður í tí er at týða útlendskar filmar til føroyskt. Tað hevur eisini nógv at siga fyri børnini, at tey sleppa at síggja filmar á sínum egna móðurmáli, sigur Marjun at enda.

Barnafilmsfestivalurin verður 18. og 19. januar 2025. Til ber at fylgja við á Facebooksíðuni Barnafilmfestivalurin ella heimasíðuni hjá Filmshúsinum í næstum, tá ið skráin verður avdúkað, og nærri kunning fæst at vita.

Filmshúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder